Bústaðir byggja íbúðir á Steig í Sandavági

Í dag hevur reisigildi verið í Sandavági, har Bústaðir lata byggja fimm íbúðir.

Á myndini, f.v.: Hans Edmund Josephsen, Norðhús, Allan T. Skaalum, Bústaðir og Albert Ellefsen, virkandi borgarstjóri í Vága kommunu.

Á middegi í dag var reisigildi á Steig í Sandavági, har Bústaðir saman við Seve og Norðhús byggja fimm íbúðir. 

 

- Arbeiðið hevur gingið skjótt og verður eftir ætlan handað síðst í oktober 2022, siga tey í Vága kommunu í dag.

 

Íbúðirnar verða bygdar í einari lon. Tær verða umleið 80 fermetrar til støddar hvør og hava køk & stovu í einum, tvey sovikømur og baðirúm.

 

Til hvørja íbúð hoyrir úthús og terassa, og íbúðirnar fara at verða hitaðar við jarðhita. Góð parkeringsviðurskifti eru á økinum.

 

Borgarstjórin í Vága kommunu, Bjarni Prior, er farin í summarfrí, og tí var varaborgarstjórin, Albert Ellefsen, sum nú er virkandi borgarstjóri, við til reisigildið á Steig í dag.

 

Bjarni Prior verður aftur aftur í starvinum sum borgarstjóri í Vága kommunu hin 1. august, og fram til ta tíð røkir Albert Ellefsen uppgávurnar hjá borgarstjóranum.

 

Á myndini, f.v.: Hans Edmund Josephsen, Norðhús, Allan T. Skaalum, Bústaðir og Albert Ellefsen, virkandi borgarstjóri í Vága kommunu.