Nakrir størri skúrar eru komnir at standa í miðbýnum á gróttfylluni har, og onkur hevur spurt, um hetta er byrjanin til miðbýin. Men so er ikki – hetta eru modulbyggjarí, sum Bústaðir stendur fyri og skulu hesar íbúðir setast á Heygavegi 56, omanfyri fjósið hjá Kjølbro.
Talan er um eitt samstarv við Klaksvíkar býráð, sum hevur nakað á baki. Býráðið hevur latið byggiøkið lagaliga til Bústaðir til eina verkætlan at byggja átta íbúði ár.
Íbúðirnar, sum eru um 54 fermetur hvør, eru ætlaðar til fólk við serligum tørvi, sum skulu læra at standa á egnum beinum. Íbúðirnar verða leigaðar út.
Hetta er eitt áhugavert og annarleiðis byggjarí, sum ikki er so kostnaðarmikið, samstundis sum nýggjar leiðir verða royndar við modulbyggjarí, ið ikki er so nógv roynt í Føroyum – allar íbúðirnar eru liðugt innrættaðar og klæddar, har tær nú standa á Sandinum.
Íbúðirnar, sum eru serliga væl bjálvaðar og kunnu endurvinna hita umvegis útluftinarskipanina, skulu hava hitaskipan umvegis jarðhiti. Kanjon leggur í hesum døgum síðstu hond á fundamentini og skulu teir eisini leggja kloakk- og vatnskipanina til íbúðirnar.
Fyrst í desember verða lidnu íbúðirnar settar á fundamentini við Heygavegin og verður tá ein liðug takkonstruktión eisini løgd á.
Fjósið hjá Kjølbro, sum stendur beint niðanfyri hesar 8 íbúðirnar, verður innrættað sum felagshús og goymslurúm hjá búfólkunum í hesum nýggja og spennadi modulbyggjaríi, sum eftir ætlan skulu takast í brúk fyrst í komandi ári.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri fegnast um at eitt rættiliga dygdargott og mennandi samstarv millum Almannaráðið, Klaksvíkar býráð og Bústaðir, sum nú ber á mál, og gleðir hann seg til, at dyrnar verða latnar upp til hesa spennandi og skilagóðu verkætlan.










