Landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, hevur gjøt at skifta stýrið í Bústøðum út, sigur Almannamálaráðið á heumasíðunu
Orsøkin er ringt stev og manglandi arbeiðslag og landsstýrismaðurin væntar ikki, at útlit eru fyri, at umstøðurnar batna næstu tíðina og tí hevur hann valt at skifta stýrið út og velja nýggjar limir.
Fráfarandi stýrið hevur fingið boð um at tey eru loyst úr sessinum.
Í fráfarandi stýrinum sótu Anna Maria Joensen, forkvinna, Emmy Joensen, Una Joensen, Hans Jákup Drangastein Johansen og Regin Djurhuus Hammer.
Í nýggja stýrinum sita Regin W. Dalsgaard, Petur Even Djurhuus, Jóhanna Lava Køtlum, Henny á Líknargøtu og Teitur Samuelsen.
Nýggja stýrið fer væntandi at hava sín fyrsta fund í næstu viku, har tey millum annað fara at skipa seg við einum formanni.