Talan er sambært AP tíðindastovuni um eitt harðskapsmál, ið fór fram fyri eini viku síðan. Tó hevur tíðindastovan ikki nakað nærri um, hvat slag av harðskapi talan er um, ella hvør var fyri harðskapinum. Hvørki rappstjørnan ella umboðsfólk hansara hava úttalað seg í málinum. Í ferbruar varð ein lívverjunum hjá Rhymes skotin uttan fyri eitt upptøkuhøli, meðan rapparin var inni og tók upp til eitt sjónbandalag. Um hetta harðskapsmál er knýtt at hesi hending er ikki greitt enn, men løgreglan ætlar at avhoyra Rhymes um hetta mál eisini. Í amerikanska rappídnaðinum hava skotvápn verið dúgliga nýtt, hetta hevur m.a. beint fyri so stórum rappnøvnum sum Tupac Shakur, Notorious B I G og Jammaster Jay.









