Bussførarin misti harradømið á bussinum, sum endaði í einari á Suðurafrikonsku myndugleikarnir siga, at vanlukkan hendi, tá ein bussur fór út av vegnum og í eina á í Mpumalanga-landspartinum, sum er í landnyrðingspartinum av landinum.
27 fólk doyðu, og fleiri fingu skaða og vórðu fluitt á sjúkrahús.
Løgreglan sigur, at bussførarin misti tamarhaldið á bussinum. Bussførarin er millum teirra, sum doyðu.
Ferðsluvanlukkur eru rættiliga vanligar í Suðurafrika. Fyri fimm mánaðum síðani kravdi ein bussvanlukka har suðuri í landinum minst 28 mannalív, skrivar Reuters.










