Bussvanlukka kravt sjey mannalív

Sjey fólk doyðu, og 44 fingu skaða, tá ein kekkiskur bussur fór út av vegnum tætt við ein tunnli í Kroatia í nátt. Kroatiska bjargingartænastan sigur, at bussurin koyrdi ígjøgnum bilverjuna við ein tunnil í Sveti Rok, sum er 230 kilometrar sunnan fyri høvuðsstaðin Zagreb.

-Fleiri av teimum, sum fingu skaða, eru flutt til eitt sjúkrahús í Gospie, men tey, sum eru serliga illa løstað, eru flutt við tyrlum til sjúkrahús í Zagreb, sigur bjargingartænastan.

Tey 50 ferðafólkini í bussinum vóru øll úr Kekkia. Árliga vitja umleið 10 milliónir ferðafólk Kroatia, teirra millum fleiri hundraðtúsund kekkar.