Bussvanlukka kravt minst 39 mannalív

Ein bussvanlukka har norðuri í India í morgun kravdi í minsta lagi 39 mannalív. Sambært BBB misti førarin tamarhaldið á bussinum í einum svingi á einum fjallavegi í landspartinum Himachal Pradash.

Indisku myndugleikarnir siga, at bussurin datt einar 100 metrar oman brekkuna, og sum skilst stúra myndugleikarnir fyri, at vanlukkan kann hava kravt fleiri enn 39 mannalív.

Ferðsluvanlukkur eru rættiliga vanligar í India, og á hvørjum ári doyggja umleið 110.000 fólk í ferðsluvanlukkum har.