Minst 33 fólk doyðu, tá ein bussur datt einar 500 metrar oman ígjøgnum eina fjallalíð í Andesfjøllunum í Peru Myndugleikarnir siga, at tað var illveður við gloprarregni, tá vanlukkan hendi.
33 fólk hava latið lív, og 23 eru flutt á sjúkrahús við skaða.
Talið á bussvanlukkum í Peru er vaksið nógv tey seinastu árini, hóast stjórnin hevur lagt stóran dent á at skifta gamlar buusar út og at brúka royndar bussførarar.