45 fólk doyðu, tá ein bussur fór út av vegnum í brattlendi í India í dag Indiska løgreglan sigur, at vanlukkan var tætt við eitt væl umtókt frítíðarstað í landslutinum Himachal Pradesh har norðuri í landinum.
-45 doyðu, og fimm eru illa løstað, sigur løgregluovastin í økinum við tíðindastovurnar.
India er tað landið í heiminum, har ferðslan krevur flest mannalív, og tær ringastu vanlukkurnar henda vanliga í fjøllunum har norðuri í landinum, skrivar Reuters.