Bussvanlukka kravt 35 mannalív

35 fólk doyðu, tá ein bussur fór út av vegnum og niður í eina gjógv har norðuri í Filipsoyggjunum í dag. Myndugleikarnir siga, at bremsurnar á bussinum vóru í ólagi, og at tað var orsøkin til vanlukkuna, sum hendi uttan fyri frítíðarbýin Baguio, sum er einar 200 kilometrar norðan fyri Manila.

Sambært myndugleikunum vóru 47 fólk í bussinum, tá vanlukkan hendi, og løgreglan hevur váttað, at 35 teirra eru deyð.

Seks onnur fólk vórðu illa løstað, og fleiri høvdu fingið minni snuddir.