Í minsta lagi 34 fólk doyðu, tá ein bussur endaði í einari á har suðuri í Bolivia fríggjakvøldið. Vanlukkan hendi, tá áin Mollepunku, brádliga fór upp um áarbakkarnar nærhendis bygdini Pampahuasi, sum er einar 700 kilometrar í landssynning úr høvuðsstaðnum La Paz.
Myndugleikarnir siga, at áin tók ein buss við 39 ferðafólkum og ein lastbil við sær. Higartil hava bjargingarliðini fingið vissu fyri, at 34 av teimum, sum vóru í bussinum, eru deyð.
Leitað verður framvegis eftir hinum, men bjargingarliðini hava lítla vón um at finna nakran aftur á lívi, skrivar Reuters.










