Minst 16 fólk doyðu, tá ein bussur við russiskum ferðafólkum fór út av vegnum nærhendis frítíðarstaðnum Antalya í Turkalandi í morgun. Sambært turkisku myndugleikunum endaði bussurin á takinum í einari á.
Guvernørurin í Antalya-landslutinum sigur við tíðndastovuna Anatolia, at 16 fólk doyðu, og at 25 fingu skaða. Bussførarin og ferðaleiðarin eru millum tey deyðu, sigur hann.
Bussurin var á veg úr Alanya, sum er sera væl umtókt frítíðarstað hjá russiskum ferðafólki, tá vanlukkan hendi. Umleið tríggjar milliónir russar vitja Turkaland sum ferðafólk um árið.
Fleiri túsund fólk doyggja av ferðsluvanlukku í Turkalandi á hvørjum ári, og teir vánaligu vegirnir nógvastaðni hava í hvussu er ein part av skyldini, verður sagt.