Í minsta lagi 27 fólk doyðu, og 15 fingu skaða, tá ein bussur fór út av vegnum og á rull í Kolombia í gjár. Løgreglan sigur, at bussurin var við í einum bussfylgi, sum var á veg frá høvuðsstaðnum Bogota til býin Cali.
Fólk, sum vóru í hinum bussunum, hava greitt løgregluni frá, at førarin á vanlukkubussinum hevði kært seg um, at bremsurnar virkaðu ikki nóg væl, men at bussfelagið hevði sýtt fyri at lata honum ein annan buss.
Hetta er onnur bussvanlukkan í Kolombia i hesum mánaðinum. Tann fyrra, sum var við býin Ibague, kravdi átta mannalív.










