Bussurin tikin upp

Bussurin, sum varð tikin av vindi í Hovi, er nú tikin upp aftur.

Fyrrapartin varð farið í gongd við at taka bussin upp, sum varð tikin av landsvegnum í Hovi hósdagin á middegi.

 

 

Landsvegurin varð stongdur til klokkan 12, og er sostatt opin aftur nú.

 

 

Tað var hósdagin á middegi, at nógvi vindurin tók bussin av landsvegnum omanfyri Hov. Bussførarin var einsamallur í bussinum, og eingin fólkaskaði var.

 

 

 

(I.S.W. tók myndina)