Bussurin fór út av vegnum í hálku

Fyribils niðurstøðan hjá løgregluni er, at talan var um eitt hálkuóhapp, tá ein bussur í gjár fór út av vegnum í Vágum

Óhappið hendi, tá bussurin koyrdi vestur eftir landsvegnum í Brennuni millum flogvøllin og Vatnsoyrar.

– Vit fingu fráboðanina um at bussur var farin út av klokkan 9:34 og alt varð sett í gongd, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun.

– Har fór alt á staðið, løgregla, sløkkilið og sjúkrabilar, men tað vísti seg tíbetur, at umframt bilføraran var bara eitt ferðafólk í bussinum, og hvørgin teirra fekk skaða, sigur vaktleiðarin.

Men talan er kortini um stóran materiellan skaði, sum bussurin hevur fingið. Hann endaði á liðini einar 10 metrar frá vegnum. Allir rútarnir brotnaðu í høgru síðu, sigur vaktleiðarin.

– Uttan at gera nakra niðurstøðu, áðrenn málið er avgreitt, so halda vit, at talan var um eitt hálkuóhapp. Bussurin var væl skøddur, og alt var í ordan við tí. Tað var sera hált, sigur vaktleiðarin.