Hósdagin seinnapartin fór ein bussur hjá bygdaleiðum útav vegnum á Kambsdali. Førarin var einsamallur í bussinum. Hann slapp at kalla óskalaður frá hendingini og fekk eina skeinu í kjálkan og ilt í fótliðin. Maðurin varð kannaður av einum lækna á staðnum og varð ikki fluttur á landssjúkrahúsi, greiðir løgreglan frá.
Førarin var á veg til arbeiðis, og rutan skuldi byrja í Fuglafirði. Hann kom tó ongantíð so langt.
Bussurin varð brádliga tikin av eini hvirlu og syftur omanav vegnum. Reyvin á bussinum liggur einar fimm metrar frá vegnum. Teir flestu rútarnir eru knústir, men annars er bussurin ikki serliga illa farin.
Sagt verður av løgreglustøðini í Runavík, at vindurin ikki var av tí ringasta, men at bussførarin var óheppin at koma í eina ringa hvirlu. Tíbetur var bussurin ikki í rutukoyring, tá óhappið hendi.