Bussur og tok stoyttu saman

40 fólk doyðu, tá ein bussur og eitt tok stoyttu saman um hálvgum átta-tíðina í morgun í Dnipropetrovsk-landspartinum í Ukraina. 10 fólk eru flutt á sjúkrahús. Ein talskvinna hjá ukrainsku løgregluni sigur við tíðindastovurnar, at bussførarin breyt lógina, tí hann koyrdi tvørtur um jarnbreytina, sjálvt um ávaringarljósið lýsti reytt.

Løgreglan sigur, at tokið skúgvaði bussin undan sær einar 30 metrar eftir breytini, og sjónvarpsmyndir vísa, at bussurin bleiv fullkomiliga oyðilagdur.