Bussur koyrir millum søvnini

Evnið í ársins Savnsfagnaði er orka. Fyrireikararnir heita tí á tey vitjandi um at lata bilin standa fyri at spara orku. Í hesum sambandi er bussur settur at koyra millum tey fýra søvnini allar fimm dagarnar almenni Savnsfagnaðurin er. Savnsfagnaðurin er, frá mánadegnum 12. oktober til og við fríggjadagin 16. oktober. Savnsbussurin steðgar eisini við vanligu bussstoppistøðini, sum eru á rutuni, so fólk, sum ikki vitja søvnini, eisini kunnu brúka savnsbussin.