Bussur koppaði, og trolbátur sleit

Eingir stórvegis skaðar hendu í illveðrinum í gjárkvøldið og síðstu nátt.

Tað vóru mest smáting, sum løgreglan fekk fráboðanir um í illveðrinum í gjárkvøldið og síðstu nátt, og flestu fráboðanir høvdu ivaleyst verið óneyðugar, um fólk vóru meira at sær komin við at ansa betri eftir slíkum, sum liggur og rekist.

 

Tvær hendingar, sum tó kundu havt størri avleiðingar við sær, um verri vildi til var, tá trolbáturin Birtingur í Leirvík sleit, og tá ein bussur koppaði í eini harðari hvirlu á Krambatanga á Tvøroyri.

 

Á løgreglustøðini í Havn sigur vaktleiðarin, at tíbetur eydnaðist tað at binda Birting aftur í øllum góðum, og í hendingini á Krambatanga stóðst tíbetur eingin mansskaði.

 

- Vit fingu fráboðanina um koppaða bussin á Krambatanga síðstu nátt klokkan 01.41, og klokkan 02.06 kom fráboðanin um, at Birtingur hevði slitið, sigur vaktleiðarin.