Bussur kolaðist upp í Klaksvík

Tað var beint áðrenn klokkan 9 í morgun, at Klaksvíkar sløkkilið varð boðsent, tí eldur var komin í ein buss hjá Bygdaleiðum.

 

Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari, sigur, at tá sløkkiliðið kom á staðið, við busssteðgiplássið við løgreglustøðina í Klaksvík, stóð bussurin longu í ljósum loga, so har var lítið at bjarga.

 

Eingin var í bussinum og eingin fólkaskaði stóðst av eldsbrunanum. Førarin var farin burtur frá bussinum, áðrenn eldur kom í.

 

Finn Hansen sigur, at tað gekk væl at sløkkja eldin, men bussurin er sera illa farin.

 

Myndirnar niðanfyri hevur Dávur Winther í Klaksvík tikið: