Ein bussur hjá Bygdaleiðum misti annað bakhjólið, tá hann koyrdi niðan eftir vegnum á Sandvíkahjalla í Hoyvík.
Á Strandferðsluni, sum umsitir Bygdaleiðir, kenna tey einki til óhappið.
– Hevði tað verið ein hending, so høvdu vit havt fingið eina fráboðan, siga tey á Strandferðsluni.
Greitt er tó, at bussur ikki var í rutu, tí hann koyrdi uttan fyri rutunetið hjá Bygdaleiðum.










