Bussur hjá Bygdaleiðum út av í Norðragøtu

Fyri eini løtu síðani fór ein bussur hjá Bygdaleiðum út av vegnum í Norðragøtu. Talan er um bussin ið koyrir ímillum Havnina og Klaksvík. Tað vóru tvey ferðafólk í bussinum, umframt føraran, sjálvandi, men eingin av teimum fekk mein, og tey sluppu sjálvi úr bussinum.

 

 

Løgreglan veit ikki, hví óhappið hendi, men tey siga, at tað er kolandi stormur har á leiðini. Løgreglan hevur eisini fingið boð um, at nakrar plátur, sum rivu í storminum í Vágum, men har fekk bjargingarliðið boð, og heur bjargað støðuni