Eitt petti av amerikanskari rocksøgu er funnið í einum skógarøki, har tað hevur staðið í 40 ár. Hetta veit Gaffa.dk at siga.
Talan er um ein gamlan ferðabuss hjá kenda rockbólkinum Aerosmith. Bussurin hevur í 40 ár verið í avsíðis skógarøkinum í lítla býnum Chesterfield, sum liggur í Massachusetts, – 160 kilometrar burtur frá heimbýnum hjá Aerosmiths, Boston.
Innan Aerosmith megnaði at fylla stór stadion, koyrdu teir í sjeytiárunum í lítla bussinum, sum nú er komin undan kavi. Hetta hendi í sjónvarpsrøðini American Pickers, og maðurin, sum eigur økið greiddi vertunum frá, at bussurin longu var á staðnum, tá hann keypti økið. Vertirnir Wolfie og Fritz keyptu bussin fyri 25.000 dollarar.
Ray Tabano, fyrrverandi guitarleikari í bólkinum sigur, at bólkurin átti bussin í sjeytiárunum, og at teir ætlaðu at koyra úr Boston til New Hampshire fyri einans 125 dollarar. Efir besin, vegtoll, mat og annað áttu eini 3 dollarar at liggja eftir. Hann sigur, at 40 ár eru síðani limirnir í bólkinum vóru í bussinum, sum var teirra rullandi hotel, og at hetta minnir á trongu byrjanina, sammet við har bólkurin er í dag, nevniliga millum heimsins rockstjørnur, og hevur Aerosmith verið á 31 stórum tónleikaferðum kring knøttin.