Bussur gleið út av vegøkslini

- Ein bussur hjá okkum gleið í morgun út av vegøkslini á Kirkjubøarleiðini, men slapp ikki upp aftur við egnari hjálp, sigur Heðin Zachariasen, sum rekur Bussleiðina fyri Tórshavnar kommunu.

Myndin er tilvildarlig.

Fyrr í morgun vóru vánalig koyrilíkindi víða um landið, og vegir hava verið stongdir.

 

Sum fyrraparturin er liðin, er vindurin minkaður, og koyrilíkindini eru vorðin nakað betri.

 

Heðin Zachariasen, sum rekur Bussleiðina fyri Tórshavnar kommunu, sigur, at koyrilíkindini eru vorðin frægari út á fyrrapartin.

 

- Ein bussur hjá okkum gleið í morgun út av vegøkslini á Kirkjubøarleiðini, men slapp ikki upp aftur við egnari hjálp.

 

Hann sigur, at bussurin má hálast upp aftur, men hetta hevur lítið upp á seg, og vegurin er ikki stongdur av hesi orsøk.

 

Heðin Zachariasen sigur, at bara førarin var í bussinum, og her er eingin skaði, hvørki á førara ella bussin, sum bara skal hava eitt lítið lyft upp aftur á vegin.

 

Bussurin stóð mest sum stillur, tá hann fór út av vegøkslini.

 

- Her var trongligt á vegnum, og bussurin gleið niður í eina lítla grøv, men hallið er lítið og einki, leggur leitarin aftrat.

 

 

 

Myndin er tilvildarlig.