Bussur endaði í vatninum

Eingin fekk stórvegis skaða, tá ein bussur við 22 ferðafólkum endaði í vatninum Blautalóni har suðuri í Íslandi í gjár. Ferðafólkini, sum vóru úr Kekkia, sluppu úr bussinum og upp á turt, haðani tey ringdu eftir hjálp. Fólk úr fleiri bjargingarfeløgum fóru at hjálpa, men ein tyrla hjá bjargingartænastuni kom fyrst á staðið.

Kekkisku ferðafólkini vórðu flutt til bygdina Vík í Mýrdali, har fólk hjá Reyða Krossi tóku sær av teimum.

Nú verður kannað, hvussu bussurin skal fáast uppaftur. Sambært Morgunblaðnum er tað ikki heilt greitt, hvussu djúpt tað er, har sum bussurin liggur. Ein partur av vegnum fram við vatninum fer ígjøgnum sjálvt vatnið (sí myndina).