Busstúrar til Fraklands og Noregs

Millum tematúrarnar, sum Smyril Line fer at gera í ár, verða tveir busstúrar, ein til París og ein til Noregs.

Í 2015 fer Smyril Line at gera fleiri sonevndar tema-túrar.

 

Umframt kenda og vælumtóktað harmonikutúrin, sum hevur mong ár á baki - og sjavstúrin - sum eftirhondini eisini hevur nøkur ár á baki, verða eisini nýggir túrar gjørdir, sum ikki eru gjørdir áður.

 

Í 2014 gjørdi Smyril Line sjey tematúrar, har allir vóru útseldir.

 

- Tí ræður um at skunda sær og tryggja sær pláss, um ætlanin er at sleppa tematúr í 2015, sigur Martin Dam Joensen, søluleiðari hjá Smyril Line í Føroyum.

 

Millum túrarnar, sum Smyril Line fer at gera í ár, eru tveir busstúrar, ein til París og ein til Noregs.

 

- Í 2014 gjørdu vit fyrsta busstúrin til París, og hann varð útseldur. Ein nýggjur túrur verður gjørdur til París aftur í summar.

 

Søluleiðarin sigur, at hetta er ein fínur túrur við ferðaleiðara og útferðum. Gist verður mitt í býnum í París, og ymiskt er á skránni hvønn dag á ferðini.

 

Sum nakað nýtt verður eisini busstúrur gjørdur til Noregs í summar. Siglt verður við Norrønu til Hirtshals, haðani siglt verður víðari til Kristianssand við ferju. Ferðin til Kristianssand tekur umleið hálvan triðja tíma.

 

Søluleiðarin sigur, at í Noregi verður gist á ymiskum hotellum, og tey ferðandi sleppa at síggja stórbæru norsku firðirnar, eitt nú tiltiknað Hardangerfjørðin.

 

- Gist verður seks nætur í Noregi, og føroyskur bussur verður við á allari ferðini, sigur Martin Dam Joensen.

 

Ferðaleiðari verður Njál Djurhuus, sum flestu kenna frá Felsunarherinum. Njál hevur búð í hesum øki í Noregi og fer at siga frá ymiskum søgum og upplivingum í Noregi.