Busssar koyra úr Havn á tónleikastevnu í Sørvági

Í samband við Sørvágs Country- og Blues Festival hetta vikuskiftið, fer bussur at koyra ímillum Havnina og Sørvág.

Fyrireikararnir siga, at bussarnir fara at koyra fríggjadagin og leygardagin, og aftur til Havnar leygarmorgun og sunnumorgun dag, fyri at gera tað lættari hjá fólki at sleppa ímillum.

Annars siga fyrireikararnir, at nógv virksemi hevur verið á Dungasandi í Sørvági fyri at gera klárt til stevnuna.

Fyrireikingarnar ganga væl, stóripallur er komin upp, Countrygøtan er við at takað skap, á Stakka er telt sett upp og útiveggurin á Biohøllini hevur fingið nýtt skap

Samstundis eru campingvognarnir longu farnir at seta sín dám á tað stevnuna, sum tað sæst á myndini.

- Rættiligur gravgangur hevur verið eftir campingplássum til festivalin, í fjør vóru pláss fyri 27 vognum, í ár er hetta tal meira enn tvífalda, men kortini er einki pláss eftir, siga fyrireikararnir.