Nú Sørvágs Country-& Bluesfestivalur er í Sørvági hetta vikuskiftið, hava fyrireikararnir syrgt fyri, at gott busssamband er úr Sørvági til Havnar, bæði í kvøld og annaðkvøld.
Fyrireikararnir siga, at bussur koyrir frá Blindtarminum í Sørvági, tey rópa, og til Havnar í nátt klokkan 04 og næstu nátt klokkan 04.30.
- Vit bjóða øllum vælkomnum á Sørvágs Country-& Bluesfestival, og eingin skal halda seg aftur, tí samband ikki er aftur til Havnar, um onkur ætlar sær suður aftur, siga fyrireikararnir í Sørvági.
Myndirnar niðanfyri tók Birgir Waag Høgnesen: