Bussleysur leygardagur?

Sigrún Mohr, valevni á lista C.
-----
Vit hava í Tórshavnar kommunu eina heilt serstaka almenna flutningsskipan, ið tey allarflestu munnu vera sera fegin um. Henda skipan er eisini kend fyrimynd uttan fyri Føroyar. Men leygardagar fáa bara borgarar í sjálvari Havnini gagn av hesari skipan. Tað kann valla vera heilt rætt. Sunnu- og halgidagar koyrir bussleiðin sum kunnugt ikki.
Gjørligt má vera at fara undir eina skipan, ið ger, at fólk í Kollafirði, í Kaldbak, í Kaldbaksbotni, á Sundi, á Velbastað og í Kirkjubø fáa eina almenna tænastu, ið ger, at tey sleppa til høvuðsstaðin og heimaftur, um teimum tørvar tað leygardag. Ikki er neyðugt, at hon skal vera eins umfatandi og vanliga vikukoyringin. Hetta letur seg væl gera, um leiðin og títtleikin verða broytt nakað ta tíðina – uttan at tað tekur fíggjarliga grundarlagið undan kommununi. Ynskiligt hevði eisini verið at veitt borgarum í Syðradali og í Norðradali somu tænastu.
Trivnaðurin hjá øllum borgarum í kommununi má vera ein sjálvsagdur rættur.
Grundin undir hørðu virðunum eru bleytu virðini.
Verði eg vald tann 13. novembur, er hetta eitt av málunum, eg fari at virka fyri.