– Vit eru samd um, at tað eisini framyvir skal vera ókeypis at koyra við Bussleiðini í Havn.
Tað segði Annika Olsen, borgarstjóri, á tíðindafundinum í morgun.
Tað hevur annars verið ávís ósmeja í býráðnum, har serliga Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava hildið uppá, at Bussleiðin skal vera ókeypis hjá brúkarunum at nýta.
Men hesum eru tey í nýggja meirilutanum samd um, segði Annika Olsen.
Jákup Dam, býráðslimur, greiddi frá, at tey ætla at menna og víðka tænastuna við bussleiðini, so hon verður eitt veruligt alternativ til bilin.
– Við hesum hugsa vit um at víðka tíðirnar, tá koyrt verður, serliga um kvøldið og um vikuskiftið, segði Jákup Dam.