Tað sigur Fríður Dalsgarð, býarverkfrøðingur í Havn. Hann sigur, at av tí at Tórshavnar kommuna keypir tænastuna frá einum privatum veitara, so eru fólkini, sum starvast í Bussleiðin, fevnd av sáttmálanum hjá arbeiðarafeløgunum, og tí koyrir Bussleiðin ikki undir verkfallinum.
Kortinin verður roynt at fáa undantøk til skúlabarnakoyring. Bussleiðin koyrir skúlabørn úr Kollafirði, Kaldbak, Velbastað og Kirkju til Havnar – og nøkur eisini øvutan veg.
– Vit royna at fáa undantøk til hesa koyring, so tað ikki gongur út yvir skúlabørnini, sigur Fríður Dalsgarð, men enn er eingin avgerð tikin um tað.