Bussleiðin við iPhone

tøkni Við »Tórshavn City App« skalt tú í tíni iPhone síggja, hvar bussurin er

Eirikur Lindenskov

Á fundi komandi hóskvøld fer tekn­iska nevnd hjá Tórs­havnar kommunu at viðgera mál­ið um GPS-skipan til nýggju buss­leið­ina. Støða skal tak­ast til, hvat fyri skip­an skal vera í nýggju buss­u­num.
Levi Mørk, sum er næst­fo­r­mað­ur í teknisku nevnd, hev­ur fleiri ferðir reist málið um hot­spots í Havn, men tað fær komm­unan ikki loyvi til at seta upp. Men kannað verð­ur í løt­uni, hvat ber til í eitt nú buss­leiðini.
Levi Mørk sigur, at møgu­leik­ar­nir eru nógvir, ser­liga um GPS-skipanin verð­ur út­bygd við hot­spots í buss­u­num og teldu­skíggj­um á buss­steðg­i­pláss­um.
– Og so ber sjálvandi eisini til nýta and­roid­telefonir, iPad ella iPhone’ir við ei­num for­riti, sum eitur »Torshavn City App«, sigur Levi Mørk, sum tó vís­ir á, at fyri tey sum ikki hava hesa dýru útgerðina, so eru ráð fyri tí við eini sms-skip­an, so tú sært, nær og hvar bussarnir eru.