Tað kemur ikki upp á tal at leggja gjald á, sigur Annika Olsen.
Tað hevur vakt undran millum havnaborgarar, at Tórshavnar kommuna í eini nøgdsemiskanning um Bussleiðina, setur fleiri spurningar, sum snúgva seg um at leggja gjald á bussleiðina ella einstakar busstúrar.
Nøgdsemiskanningin er partur av eftirmetingini av bussleiðini, nú hon í næstum skal bjóðast út av nýggjum, greiðir borgarstjórin frá.
Spurningarnir snúgva seg í høvuðsheitum um, hvørt fólk eru nøgd við verandi leiðir, um leiðirnar skulu umskipast og um fólk so eru sinnaði at ganga longri ella bíða longri, um tænastan skuldi verið umskipað. Og so eru nakrir spurningar, um fólk høvdu verið sinnaði at rinda eitt gjald fyri at bussleiðin skuldi koyrt longri á kvøldið og sunnudag.
Annika Olsen, borgarstjóri sigur tó, at ongar ætlanir eru um at leggja eitt gjald á bussleiðina í Havnini aftur.
- Tað hava vit ongar ætlanir um og tað trúgvi eg heldur ikki, at undirtøka er fyri, sigur Annika Olsen.
- Eg haldi sjálv, at ókeypis bussleiðin er eitt fantastiskt tiltak, og fyri mítt viðkomandi kemur tað als ikki upp á tal at leggja gjald á bussleiðina aftur, sigur hon.