Levi Mørk, býráðslimur í Havn
Fríggjadagin samtykti tekniska nevnd at fremja sparingar innan bussleiðina. Samtykt var at eingin bussur koyrir sunnudag og einging bussur koyrir eftir kl. 14. leygardag. Samstundis gevast skúlaleið 1,2, og 6 at koyra frá 1. august 2009. Samtykt var at tveir túrar skulu sparast burtur á rutini til Velbastað/Kirkjubø.
Samtyktin er endalig.
Eg stemmaði ímóti, tí hesar sparingar serliga raka skúlaleiðirnar og raka hart hjá nógvum ungum og børnum. Hetta ferð eisini at føra við sær økta ferðslu, ótryggleika hjá børnum og ungum. Samstudis koma fleirio børn og ung ov seint í skúla um tey skulu taka aðrar bussleiðir. Samstundis stressar hetta barnafamiljur meira, har tey verða noydd at fara fyrr upp um morgunum fyri at noða, at fáa børnini í skúla, um tey skulu taka bussin. Eisini ferð hetta serliga at raka útjaðaran í Havn t.e Hoyvík, Norðasta Horn, Kirkjubøður, Velbastað og Kollafjørður.
Eisini meti eg at tað kundi verið onnur økir inna bussleiðina í ein kann spara t.e um kvøldi og har ein møguliga kundi sett gjald á. Men, at fara eftir børnum og ungum eri eg ímóti. At tað verður spart leygardagar og sunnudagar er í lagið, tí kanningar hjá Lóður, vísa at bussarnir koyra næstan tómur hesar dagar, men her kundi verið bussgjald.
Góða summarfrítíð.