Ein av teimum sum var við til at leggja Bussleiðina til rættis er Finnur Johansen, sum var býráðslimur frá 1972-84. Hann var formaður í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráð og limur í teknisku nevnd. Tekniska nevnd tók sær av sjálvari skipanini, men mentamálanevndin skuldi taka støðu til hvønn lit bussarnir skuldu hava, og hvussu hendan nýggja bussrutan skuldi eita.
Finnur sigur, at tað vóru fleiri uppskot uppi at venda, men tað var hann, sum tók støðu til at navnið skuldi verða Bussleiðin. Hann hevði spurt seg fyri hjá málkønum fólki m.a. Christian Matras, professara, sum helt at navnið skuldi helst hava okkurt við buss at gera, og Finnur helt at orðið leið, sum er tað føroyska orðið fyri rutu, var eitt gott orð at nýta í hesum sambandi, so hann tók avgerð um, at navnið skuldi vera Bussleiðin. Avgjørt varð eisini at bussarnir skuldu vera reyðir við ljósum taki. Bussarnir skuldu lakkerast við røttu litunum og hava navn á, áðrenn teir vórðu sendir úr Norra, har teir vórðu uppbygdir. Finnur sigur, at stórur dendur varð lagdur á, at bussarnir skuldu hava nóg stóran motor.