Bussleiðin í Havn víðkað

Mánadagin 4. februar byrjar Bussleiðin í Tórshavnar Kommunu at koyra eftir nýggju, víðkaðu ferðaætlanini

Tórshavnar býráð samtykti í heyst at halda fram við ókeypis koyringini eins og gjørt varð av at víðka verandi rutur og koyra fleiri túrar.

Nú koyra bussarnir tríggjar ferðir heldur enn tvær ferðir um tíman.

Umframt at túrarnir á vanligu leiðunum verða fleiri, er eisini nýggja Skúlaleiðin sett á stovn.

Gjørdur er ein nýggjur faldari, har Bussleiðin og Skúlaleiðin eru gjølla lýstar. Faldarin fæst í bussunum og á Snarskivuni eins og í Kiosk Activ í Steinatúni.

Eisisni ber til at lesa faldaran á heimasíðuni hjá kommununi:

www.torshavn.fo/Default.aspx