Bussleiðin í Havn er dagførd

Arbeiðið á Landavegnum er liðugt, og hetta ávirkar bussleiðina í Havn

Nú arbeiðið á Landavegnum er liðugt, verða broytingar gjørdar á leið 2 og leið 4 hjá Bussleiðini. Koyrt verður nú eftir nýggju ferðaætlanini og farleiðum, boðar Tórshavnar kommuna frá.

Leið 2 fer ikki at koyra eftir ovara parti av Velbastaðvegnum, men fer at koyra eftir Landavegnum, Heygsvegnum, niðara parti av Velbastaðvegnum, eftir J.C. Svabos gøtu og heim í býin.

Leið 4 fer ikki at koyra longur niðan eftir Dalavegnum út til Glasir, men koyrir eftir Jóannesar Paturssonar gøtu, Landavegnum til Glasir.

Bæði leið 5 (sum ikki koyrir í summarfrítíðini) leið 6 og leið 8, koyra nú eftir Landavegnum.