Bussleiðin "á det skil"

Her royna fleiri sum frægast at klára seg uttan bil - men býráðssamgongan saman við Torfinn Smith, (sum skuldi í samgongu fyri at fáa positiva ávirkan á gongdina, borgarinum at frama), roynir at fáa okkum at keypa bil.

Hvat skulu vit billeysu gera leygardag eftir kl. 18.00 og sunnudag, tá als eingin koyring er, og vit ætla okkum frá Norðastahorn til Inni á gøtu ella av Argjum til Kollafjarðar.
Jú vit kunu sita heima og trilla tummilfingrar ella ringja til borgarstjóran og biðja hann koma at koyra okkum.
Nei nú er nokk - vit sum ikki hava bil finna okkum ikki í hesum. Um tit ætla at samtykja bussmálið hósdagin, ja so fara vit sum ikki eiga bil og óiva nógv onnur at savna saman undirskriftir.
Andstøðan nú má berjast fyri okkum borgarar í Tórshavn og Kollafirði. Upp á barikadirnar.

PS: Latið heldur bussarnir koyra tríggjar ferðir um tíman mitt í viku, tá var bussleiðin eitt veruligt alternativ.