Tekniska nevnd hjá Tórshavnar býráð mælir býráðnum til at taka upp samráðingar við P/F Mouritsen Bussar um rakstur av leið 1, 2 og 3 og við sp/F Gundurs Busar um rakstur av leið 4/4x, sum er kollfjarðarleiðirn og av skúlaleiðini. Nevndin hevur eisini samtykt í øðrum lagi at mæla til at fara undir samráðingar við Sp/F Gunnleifs Bussar um rakstur av øllum leiðunum.
Við verandi sáttmálum, sum fara úr gildi 1. februar klmandi, er árliga gjaldið fyri busskoyringina 14.172.000 kronur, tá er skúlabarnakoyringin ikki við.
Eftir at koyringin er boðin út, verður árliga gjaldið til koyringina sambært tilboðunum umleið 11.380.000 kr, tá er skúlabarnakoyringin í Kollafirði við. Gjaldið fyri busskoyringina verður sostætt umeið 3,5 milliónir krónur minni um árið.
Býráðið beyð út koyringina hjá Bussleiðini alment í nuni í ár, og vórðu tilboðini latin upp 15. august. Tá høvdu 13 biðið um útbjóðingartilfarið, og av teimum lóti sjey inn tilboð til lisitasjónina. Teir vóru:
SP/F undir stovnan v/Una Mortensen
SP/F Gundurs Bussar
SP/F Gunnleifs Bussar
Bergur Johannesen
SP/F Hallurs Bussar undir stovnan
SP/F ABS-Transport
P/F Mouritsens Bussar
Býráðið setti ein bólk, sum hevur gjørt álit til politiska viðgerð.
Býráðið hevur roknað við hesum leiðum:
Leið 1, 2 og 3, sum er koyring í Havn. Hesar koyra mánadag til fríggjadag frá kl uml. 6:30 til kl 23. Leygardag verður koyrt millum kl 7 og 17, og sunnudag verður koyrt millum kl 10 og 17.
Leið 4 og 4x eru leiðirnar millum Havnina, Kaldbak og Kollafjørð. Hesar koyra mánadag til fríggjadag frá kl 7 til 20:30. Leygardag verður koyrt millum 9 og 17, og sunnudag koyra hesar leiðir ikki.
Skúlabarnakoyringin í Kollafirði og Kaldbak koyrir eftir ferðaætlan, sum verður gjárd í samráð við skúlarnar í Kollafirði, Kaldbak og Eysturskúlan.
Býráðið sigur, at allar eliðirnar eru endurskoðaðar. Leið 6 er niðurløgd. Í staðin koyri rleið 1 út á Hamaran á Argjum. Leið 4 og 5 eru lagdar saman til leið 4 og 4/x. leygardag verður seinasti túrur koyrdur uml kl 17 í mun til umleið leygarkvøld kl 23 eftir galdandi ferðaætlan.