Tað vóru Per Brink og Bent Jensen frá Dansk Bus Renovering í Tørring, sum greiddu frá og vístu myndir frá bussumvælingum og svaraðu spurningum viðvíkjandi umvælingum og bussum yvirhøvur. Teir hava báðir meira enn 20 ára royndir sum mekanikarar og leiðarar á bussverkstøðunum hjá donsku statbanunum DSB.
Umleið 30 fólk frá bussvinnuni møttu upp hetta kvøldið, og stórur áhugi var fyri tí, sum umboðini frá Dansk Bus Renovering greiddu frá.
Per Brink og Bent Jensen frá Dansk Bus Renovering siga, at teir vilja gjarna vera ein fyritøka, sum er kend fyri at gera gott arbeiði. Vit leggja stóran dent á at halda allar gjørdar avtalur.
Vit hava mekanikarar við drúgvum royndum innan umvælingar av bussum, lastbilum og trailarum og umvæla motorar, girkassar, el-skipanir, skifta rútar, umvæla allar skaðar umframt at vit hava spesialiserað okkum í at umbyggja bussar til einhvønn tørv. Eitt sum vit gera nógv við er at umbyggja bussar til rullandi barnagarðar. Samstarvið við føroysku busseigararnar eru vit sera fegnir um og vóna at hetta verður eitt samstarv til gagn fyri báðar partar, siga Per Brink og Bent Jensen frá Dansk Bus Renovering í Tørring.
Dansk Bus Renovering hava nýliga fingið nýtt verkstað og arbeiða undir sera góðum umstøðum. Teir gera flest allar mekaniskar umvælingar sjálvir, men til størri karrossaríumælingar hava teir gott samastarv við líknandi fyritøkur í Póllandi.
Tað er Sámal Bláhamar, busseigari í Havn, sum hevur fingið samstarvið við Dansk Bus Renovering í lag, og fleiri føroyskir busseigarar hava sent sínar bussar til umvælingar har við sera góðum úrsliti. Eisini hava føroysku tryggingarfeløgini víst fyritøkuni í Tørring áhuga.










