Bussferðslan í rættlag aftur um middagsleitið

Vindur og nógv kavaavfall førdi í morgun til at steðgur kom í ferðsluna ymsastaðni kring landið.


Tað hevði eisini avleiðingar fyri Strandfaraskip Landsins, ið mátti avlýsa tríggjar bussleiðir vegna ring koyrilíkindi.


Koyrilíkindi eru tó batnaði síðani, og nú væntar Strandferðslan, at bussferðslan kemur í rættlag um middagsleitið.


Leið 100, tað er bussleiðin millum Vestmanna og Havnina, byrjar at koyra aftur klokkan 12.15, tá fyrsti bussurin fer úr Vestmanna. Fyrsti túrur úr Havnini verður klokkan 13.30.


Leið 400, tað er bussleiðin millum Klaksvík og Havnina, byrjar at koyra aftur klokkan 11.55, tá fyrsti bussurin fer úr Klaksvík. Fyrsti túrur úr Havnini verður klokkan 12.20.


Leið 300, tað er bussleiðin Sørvágur – Flogvøllurin – Havnin, byrjar at koyra aftur klokkan 10.20, tá fyrsti bussurin fer úr Sørvági. Fyrsti túrur úr Havnini verður klokkan 12.40.