Bussferð við 12. Manni

Sum vanligt er, tá føroyska fótbóltslandsliðið dystast, so ætlar føroyski 12. maðurin sær eisini at spæla við.
Fyri at fjølgast sum best við leikvøllin, skipar 12. maður eisini fyri felags upphiting og ferð inn á Svangaskarð, har landsliðið leygardagin skal takast við Sveis.
Sjálv upphitingin til dystin byrjar kl. 12, tá dyrnar á Café Natúr lata upp fyri 12. manni.
Kl. 14.30 verður so farið í bussarnar og inn á Svangaskarð, og einki er at ivast í, at venjing og upphiting til felagssang tá er á skránni.
Sagt verður, at tað helst verða einir 450 áskoðarar við mótstøðuliðnum, og tí ræður um hjá føroyska 12. manninum at vera bæði fjølment og væl fyrireikað.