Bussførarar og ferðaleiðarar skipaðu fyri hugnaløtu

Týsdagin 16. november fylti Sigurd Simonsen í Hoyvík 85 ár, og leygarkvøldið 20. november skipaðu bussførarar og ferðaleiðarar, sum arbeiða fyri Sigurd, fyri eini hugnaløtu á Hotel Hafnia

Hóast 85 ára gamal er Sigurd Simonsen framvegis virkin innan føroysku ferðavinnuna, t.d. tók ferðamannastovan Hoyviking Tours ímóti 35 av teimum 40 ferðamannaskipunum, ið vitjaðu Havnina í summar.

Tilsamans 36 fólk vóru savnaði til hugnaløtu á Hotel Hafnia leygarkvøldið. Umframt busseigarar og ferðaleiðarar vóru tríggir skipaumboðsmenn: Torleivur Mikkelsen frá Tor Shipping, Johan Mortensen frá Baldur og Árni Dam frá Faroe Agency.

Tey ið hildu talu vóru: Mogens Wraae, busseigari, Ingigerð á Trøðni, Jóhan Hendrik Winther Poulsen og Sveinur Tummasson ferðaleiðarar umframt Árni Dam umboðsmaður.

Tey vóru øll samd um, at tað var ein stuttleiki at arbeiða fyri Sigurd - alt so væl fyriskipað. Áðrenn summarsesongin byrjar, fáa bussførarar og ferðaleiðarar yvirlit yvir hvørji skip koma og nær. Har kunnu tey so tekna seg til teir ymisku túrarnar. Í góðari tíð fáa tey koyriætlan, har hædd er tikin fyri øllum, heilt niður í smálutir og ikki at forgloyma kaffi og køkur í viðførisrúminum á Saab?inum.

Sigurd segði í talu síni, at hann hevði stórtrívist í ferðavinnuni. Ferðafólkini eru altíð so glað og positiv, og sama er galdandi fyri bussførarar og ferðaleiðarar. Hóast árini nú eru blivin rættuliga høg, hevur hann ikki ætlanir um at leggja frá sær enn, men royna eitt ár aftrat.

Hann byrjaði at arbeiða við turistum í 1956 á Ferðamannastovuni, sum tá helt til á Hotel Hafnia, men flutti í 1958 oman á Kongabrúnna. Í 1985 byrjaðu hann og konan, Renata, teirra egnu ferðaskrivstovu, sum í 1988 bleiv til Faroe Travel, og sama ár byrjaði Sigurd fyri seg sjálvan undir navninum Hoyviking Tours.