Enn hava vit ikki merkt tað serliga væl í ferðsluni, at verkfall er, men nú fara olju- og bensingoymslurnar at tømast. Til dømis í Havn er ongin dieselolja at fáa á olju-og bensinstøðunum, og av bensini er heldur ikki nógv eftir. Frá Shell og Statoil verður sagt, at teir fyltu tangarnar upp áðrenn verkfallið. Tey sum koyra við dieselbilum kunnu freistast til at brúka dieselolju úr oljutanganum heima við hús til bilin, men hon kann einans brúkast til teir gomlu dieselbilarnar. Á teimum nýggju dieselbilunum eru innspræningspumurnar sera viðbreknar, so tað verður rátt frá at brúka vanliga dieselolju, teir skulu brúka ta nýggju reinu dieseloljuna. Annars eigur tað at standa í instruktiónsbókini fyri bilin, hvat fyri olju hann kann brúka. Ikki øll øki í landinum verða líka hart rakt, á summum bygdum fæst olja og bensin. Bussarnir hjá Bygdaleiðum koyra sum vanligt, og Bussleiðin í Havn koyrir, so leingi nøkur olja er.










