Hóast ferðslan framyvir darvað av kloakkarbeiðnum í miðbýnum, so fara býarbussarnir at koyra sum vant. Bygdaleiðir og onnur tung ferðsla sleppa tó ikki at nýta Steinatún sum farleið komandi 8 vikurnar.
Av tí at ein misskiljing var íkomin týsdagin um eina av bussleiðunum í Tórshavnar Kommunu, eru fólk farin at ivast í, hvørt bussarnir fara at koyra komandi átta vikurnar, tá vegarbeiðið fer fram.
Bogi Haraldsson á býráðnum kann tó sláa fast, at bussleiðin fer at koyra sum vant.
? Ferðslan fer sjálvsagt at verða darvað nakað, men bussleiðin fer at koyra. Bussarnir, ið koyra omanígjøgnum Bøkjarabrekku koyra sum vant, meðan bussarnir, ið koma frá Jóannesar Paturssonargøtu gera eina lítla broyting. Í staðin fyri at steðga í Steinatúni sum vant, snara teir nú um hornið við Frelsunar Herin, og steðga í Tórsgøtu í staðin, upplýsir Bogi Haraldsson á teknisku deild.