Bussar tarnaðir í morgun

Í gjár vóru sera nógvar avlýsingar hjá Strandferðsluni, men í dag er munandi frægari. 

 

Einasta avlýsingin, sum Strandferðslan i morgun boðar frá er, at tað er eingin reglulig koyring á vestara armi á Skálafjørðinum. 

 

Í gjár høvdu vit bæði illveður og kavarok, men í dag verður frægari. 

 

Tað letur til, at kavin liggur til sunnudagin - tá ið hann boðar frá hitastigum upp til 9 stig. 

 

Veðurmátingarnar hjá Landsverki vísa í morgun, at nú er munandi frægari, tá ið umræður vind. Tað mesta mált verður er 18 m/s, og tað er á Gjáarskarði.