Allir bussarnir hjá Strandferðsluni standa í løtuni stillir vegna veður. Og bussarnir koma nokk at standa stillir restina av degnum, fortaldi Marin Gaardlykke fyri útvarpinum í morgun. Bussleiðin í Havn koyrir heldur ikki.
Tað sama er galdandi fyri siglingina, har so at siga alt eisini liggur stilt - tó uttan sandoyarleiðin, har Teistin í løtuni siglir.
Strandferðslan vónar, at tey kunnu byrja at sigla aftur seinni í dag. Har verður møguliga ein fráferð úr Suðuroynni til Havnar og aftur seinnapartin, upplýsir Strandferðslan.











