Bussar koyra úr Runavík

Í morgin klokkan 13.30 skulu kvinnurnar hjá Tjaldri fyri fyrstu ferð royna seg í steypafinaluni í kvinnuhondbólti.

Og sjálvandi er vónin, at hópur av áskoðarum eisini verður til dystin.

Nevndin boðar frá, at skipað verður fyri bussferð til Havnar, og skulu áskoðarar møta við Ítróttarhøllina í Runavík undan fráferðini, sum er klokkkan 11.30.