Hermann Oskarsson er 44 ára gamal. Hann er útbúgvin cand. polit í apríl 1995 frá Keypmannahavnar Universiteti, har hann legði serligan dent á teoretiskan makrobúskap, økonomi og modellteknik.
Hermann Oskarsson hevði ymiskar arbeiðsroyndir áðrenn hann fór at lesa cand. polit. Síðani lokna útbúgving hevur hann starvast á Hagstovu Føroya, har hann serliga hevur havt uppgávur við almenna partinum av tjóðarroknskapinum. Harumframt undirvísir hann á øðrum ári í tjóðarbúskapi á HD á Føroya Handilsskúla, og hann hevur eisini skrivað greinar um búskaparlig evni.
Hermann Oskarsson tók við starvinum sum skrivari hjá Búskaparráðnum 1. november 1997.










