Búskaparráðið leggur várfrágreiðingina fram í morgin

Í morgin klokkan 10 fer Búskaparráðið at leggja fram várfrágreiðingina fyri 2017.

 

Tað verður gjørt á tíðindafundi á Gjaldsstovuni í Fíggjarmálaráðnum á Argjum.

 

Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligu gongdini í landinum og ráðgeva um búskaparlig viðurskifti, undir hesum um konjunkturgongdina og um fíggjarliga haldførið hjá føroyska búskapinum í longdini.

 

Búskaparráðið hevur fleiri ferðir ávarað ímóti upphiting í búskapinum, og um, at yvirskotið hjá landshúsarhaldinum er ov lítið.

 

Búskaparráðið ger árliga tvær konjunkturfrágreiðingar, sum verða almannakunngjørdar á vári og á heysti. Harumframt kann Búskaparráðið gera temafrágreiðingar og ráðgeva landsstýrinum í øðrum málum.

 

Formaður í Búskaparráðnum er Sverri Hansen, cand.oecon. Hinir báðir limirnir eruEster Hansen, cand. polit. og Herit V. Albinus, MSc Econometrics and Mathematical Economics. Skrivarar hjá Búskaparráðnum eru Ólavur Christiansen, cand. polit., PhD og Hallur Markná, cand. polit.